Ljósleiðari


Ljósleiðarar eru glas- ella polymerkaðalar, ið ljósstrálur verða sendar ígjøgnum. Hesar strálurnar kunnu innihalda eina ómetaliga stóra mongd av dátu. Ljósleiðarar verða millum annað nýttir til samskifti millum bygdir, býir, lond og heimspartar. Okkara uttanlandskaðalar, CANTAT-3, SHEFA-1, FARICE-1 og SHEFA-2, eru allir ljósleiðarakaðalar.

Í 2009 byrjaði Glotti sítt virksemi við at leggja ljósleiðaraslangur í Fuglafirði. Síðani tá eru nærum tveir kilometrar lagdir.

Í mai 2016 bleiv arbeitt við at leggja ljósleiðara inn í tey fyrstu húsini, og 1. juli bleiv fyrsta húsið íbundið ljósleiðara.

Ljósleiðaraslangur eru lagdar í m.a. hesum støðum:

næstan øllum býlinginum Rossagerði
fram við húsunum undir vegnum Grønutúgvu - við sandin
parti av býlinginum Vesturi á Horni
eftir parti av Innandalsvegnum
eystanfyri skúlan oman til Muntra
frá Peturi Larsen yvir til húsið hjá Arbeiðsfeløgunum
frá Peturi Larsen niðan til nýggja FK
frá Siloa norður til gamla timburhandilin
frá JT-Electric og oman í grótbrotið á Kambsdali



Glotti Fa. v/Búgva Matras Kristiansen
Rossagerði 11, 530 Fuglafjøróur
Tlf. 220627
glotti@glotti.fo