Tráðleyst


Glotti Fa. byrjaði á sumri 2014 samstarv við Sp/f Nótina at veita breiðband út gjøgnum tráðleyst net í Fuglafirði. Kambsdalur fekk eina støð uppsetta á gamla IRF-oljureinsarínum 15. septembur sama árið.

Fýra høvuðsstøðir eru í løtuni í Fuglafirði - ein á sunnara vatnbrunninum omanfyri landsvegin, ein sunnast á Sevdalsvegnum, ein í heimastu ljósmastrini á keiini og ein ljósleiðarastøð í Rossagerði.

Tey, ið búgva á eystaru síðuni í Fuglafirði, hava fingið samband úr Rossagerði, men fyri at fáa betri dekning, hava vit flutt fleiri av viðskiftafólkunum yvir á støðina á keiini og restina niðan á vatnbrunnin. Hetta arbeiðið var liðugt í juli 2016. Støðin í Rossagerði er nú ein ljósleiðarastøð burturav.




Ein støð er sett upp á Kambsdali - í ljóssteyranum á gamla IRF-oljureinsiverkinum. Hendan støðin dekkar allan Kambsdal.



Glotti Fa. v/Búgva Matras Kristiansen
Rossagerði 11, 530 Fuglafjøróur
Tlf. 220627
glotti@glotti.fo