Breiðband


Glotti fór á sumri 2014 undir verkætlan at bjóða breiðband í Fuglafirði og Kambsdali í samstarvi við Sp/f Nótin, ið eisini bjóðar út breiðband í Tórshavn, á Argjum, Norðasta horni, í Hoyvík, Runavík, Saltangará, á Glyvrum, Toftum, Strondum, Skála og í Æðuvík.

Vit bjóða breiðbandið út gjøgnum ljósleiðara og tráðleyst.

Ein støð til ljósleiðara er sett upp í Rossagerði í Fuglafirði og fær samband frá hinum báðum støðunum.
Tríggjar støðir til tráðleyst net eru settar upp í Fuglafirði - ein á sunnara vatnbrunninum omanfyri landsvegin, ein sunnast á Sevdalsvegnum og ein í heimastu ljósmastrini á keiini. Saman dekka hesar tríggjar støðirnar allan Fuglafjørð.

15. september 2014 bleiv støðin á Kambsdali sett upp í ljóssteyran á gamla reinsiverkinum hjá IRF og fyrsti kundin settur til 21. september. Hendan støðin dekkar allan Kambsdal. Á sumri 2015 fluttu vit sendara okkara longur upp í mastrina, so vit dekka Kambsdal enn betur.

Breiðbandssambandið til Fuglafjarðar og Kambsdal er umvegis Støðlafjall. Veturin 2014 høvdu vit sera stórar trupulleikar við hesari leið. Í byrjanini av 2015 settu við eitt dupultsamband upp úr Fuglafirði umvegis Støðlafjall til høvuðsstøð okkara á Varða omanfyri Tórshavn. Samstundis bleiv støðin á Støðlafjalli styrkt ómetaliga nógv og væl jørðað. Hendan leiðin er nú blivin sera trygg.

Breiðbandið er 'flatrate', ið merkir, at tú bert rindar tað, ið haldið kostar - og ongantíð fært nakra eykarokning.
Glotti Fa. v/Búgva Matras Kristiansen
Rossagerði 11, 530 Fuglafjøróur
Tlf. 220627
glotti@glotti.fo